MRCC Tórshavn umskipast

MRCC hevur ábyrgdina av at samskipa alla leiting og bjarging á føroyskum sjóøki.

MRCC hevur ábyrgdina av at samskipa alla leiting og bjarging á føroyskum sjóøki.

 

Hetta verður gjørt sambært altjóða viðtøkum, og eru avtalur gjørdar við grannalondini um hetta arbeiði.

 

Eisini eru avtalur gjørdar við teir partar, sum vanliga taka lut í leiting og bjarging, eitt nú Atlantic Helicopters, FRK og Fiskiveiðieftirlitið. MRCC tekur ímóti fráboðanum um dálking á sjónum.

 

Somuleiðis hevur MRCC skyldu at taka ímóti og bera víðari boð um yvirgang umborð á skipum sambært ISPS kotuni.

 

MRCC samskipar sjúkraflutning við tyrlu bæði á sjógvi og landi. MRCC Tórshavn hevur vakt 24 tímar um døgnið, fyri at taka ímóti neyðboðum, dálkingarfráboðanum og øðrum trygdarfráboðanum.

 

MRCC og Tórshavn Radio eru ISO 9001 góðkend. Talan er um eina skipaða góðskustýring av mannagongdum og virkisgongdum.

 

Játtanin til stovnin minkar í 2016 og 2017 tí virksemið á samanlagda stovninum Fiskiveiðieftirlitið, tilbúgving á sjógvi og tilbúgving á landi, skal umskipast.