MR?skannarin komin

Nógv umtalaði MR - skannarin er nú komin til landið, og í hesi løtu verður hann settur upp á landssjúkrahúsinum

Fyri hálvum øðrum ári síðani lat Tryggingarfelagið Føroyar landssjúkrahúsinum pening til ein sokallaðan MR skannara. Men hølistrupulleikar hava gjørt, at tað ikki fyrr enn nú ber til at seta skannaran upp.

Sjálvt skannarahylkið varð sett upp í farnu viku, men í gjár var tann stóra og tunga magnetrullan, ið kann metast sum sjálvur skannarin, sett upp. Men hetta merkir tó ikki, at skannarin er við at verða klárur at taka í nýtslu. Enn er nógv, sum skal bindast saman og nógvar justeringar skulu gerast.

Anders Harboe Ree, yvirlækni á røntgendeildini á landssjúkrahúsinum, sigur, at væntandi verða fínjusteringar og innstillingar framdar heilt fram til jóla. Í januar verður síðani so smátt farið undir at royna skannaran, men eingir sjúklingar verða kannaðir fyrr enn einaferð fyrst í februar.

Í Januar fara starvsfólkini á røntgendeildini við serkønari hjálp at læra seg at brúka skannaran, og tað verður gjørt við at skanna hvønn annan. Og tá starvsfólkini hava læt seg at brúka skannaran væl og virðiliga, sleppa fyrstu sjúklingarnir framat. Hetta verður helst fyrst í februar.

Anders Harboe Ree, yvirlækni, fegnast um, at skannarin nú umsíðir verður settur upp. Men hann sigur, at tað hevur ikki borið til at sett hann upp fyrr, tí ógvusligar umbyggingar kravdust á deildini áðrenn hann kundi setast upp. Yvirlæknin vísir á, at serfrøðingar fleiri ferðir hava verið og kannað hølini. Tey skulu nevniliga vera ógvuliga væl isolera, fyri at skipini, ið sigla framvið, og bilarnir á vegnum ikki skulu órógva skannaran. Hann vísir á, at av tí at talan er um ein magnetskannara, so er stórur vandi fyri, at stór magnetfelt, sum til dømis skip órógva skannaran.