Mr. Chelsea misti steypið

John Terry er – um nakar – ímyndin av Chelsea. Liðskiparin hevði í gjárkvøldið møguleikan at sparka europiska gullið til barndómsfelagið, men hann gleið, tá alt avgerandi sparkið skuldi sendast inn

Fótbóltur

 

»Onkur mátti brenna. Annars stóðu vit her alla náttina«

Orðini átti Preben Elkjær, tá hann hevði sent bóltin himmalhøgt upp um spanska málið í EM-hálvfinaluni í 1984. Men júst hetta mundi vera tað seinasta, sum Chelsea-liðslkiparin, John Terry, hugsaði um í gjárkvøldið.

Hóast fagnaðurin í reyðu leguni var øgiligur kring allan heimin, so mundi sorgblídnið eisini eiga síni orð í gjárkvøldið. Sjálvt mest hardcore United-fjepparar mundu hava samkenslu við Terry, sum grátandi stóð eftir á vøllinum. Maðurin, ið skuldi verða hetja, gjørdist ístaðin alt annað.

Í sjálvum dystinum hevði hann annars verið framúr. Hann var ikki í nær námind, tá Ronaldo eftir 26 minuttum stútaði Manchester United framum, men eftir hetta átti Terry at kalla loftrúmið framman fyri Petr Cech. Hvussu reyðu devlarnir enn royndu, so tóktust teir ikki finna vegin fram við Terry. Sjálvt tá Giggs móti dystarenda hevði møguleika at sparka gullið heim til Old Trafford, fekk Terry onkursvegna toygt hálsvøddarnar, so hann kundi snittað bóltin upp um Chelsea-málið.

Tí skuldi alt avgerast við brotsspørkum. Ein avgerðarháttur, sum avgjørt hevur síni viðhalds- og mótstøðufólk. Men sum onkur hevur tikið til, so er hetta kanska tann rættvísasti av øllum órættvísum hættum at avgera ein fótbóltsdyst.

 

Mr. Chelsea

Og so kundi tað illa vera verri enn tað sama hjá Chelsea, tá John Terry gleið á váta grasinum og sendi brotssparkið dygst uttan fyri stólpan.

Í eini tíð, har Chelsea takkað verið milliardunum hjá Roman Abramovich hevur vunnið seg móti tindunum, er Terry fram um alt ímyndin av Chelsea.

Meðan milliónahandlarnir hava verið títtir á Stamford Bridge, hevur Terry staðið sum eitt livandi dømi um, at tað eisini ber til at koma upp ígjøgnum ungdómsrøðirnar í Chelsea. At hann samstundis er vaksin til at vera kanska besti miðverjin í Onglandi, er ein síðuvinningur í so máta. Og sum einasti heimaaldi spælarin av øllum heimsstjørnunum í felagnum er tað púrasta náttúrligt, at hann er maðurin, sum vanliga ber liðskiparabindið.

Fyrsta dystin fyri felagið spældi hann longu í oktober mánaði í 1998, tá hann varð skiftur inn í einum 4-1 sigri á Aston Villa í Liga-cup’inum. Og beint eftir ársskiftið, 98-99, spældi hann fyri fyrstu ferð við frá byrjan.

Við kappingarneytum sum Marcel Desailly og Frank Leboeuf var tó alt annað enn lætt at vinna sær pláss á liðnum, og í mars mánaði í 2000 varð hann læntur til Nottingham Forest. Men longu árið fyri varð hann kosin ársins ungi spælari í Chelsea.

Gjøgnumbrotið kom tó á heystið í 2000. Claudio Ranieri hevði annars framvegis Desailly og Leboeuf sum fyrsta val í verjuni, men tá Leboeuf í eina tíð var úti við skaða, misti hann plássið. Terry hevði sett seg á hetta, og síðani hevur hann ikki hugt aftur. Heldur ikki hóast hann fekk ein óætlaðan steðg, tá hann saman við Jody Morris og Des Byrne var partur av gøluni í Wellington Club. Ein gøla, sum eisini kostaði honum atgongd til landsliðshópin í eina tíð.

 

Bestur í landinum

Eitt er Chelsea. Annað er landsliðið, har Terry eisini hevur sett sín avgjørda dám.

Hann var náttúrligi liðskiparin á U21-liðnum í 2001, og í 2003 spældi hann fyri fyrstu ferð á A-landsliðnum. Fyrstu árini tó í skugganum av Capmpbell og Ferdinand, men í dag er helst eingin, sum ivast í, at Terry eigur sítt fasta á liðnum, har hann eisini er liðskipari.

Umframt at vera ein framúr fótbóltsspælari, hevur hann eisini leiðaraevni, sum gera hann til nakað heilt nakað serligt. Knallharða enska fótbóltsmentanin setir í besta stíli dám á spæl hansara, har hann støðugt skipar verju sínal, eins og tað eru sera fáir spælarar, sum koma í nær námind honum í loftrúminum.

Tá Chelsea í 2005 vann sítt bara næsta meistaraheitið í søgu felagsins, varð hann kosin ársins spælari av við- mótspælarum, og í Chelsea vóru Abramovic og hansara menn ikki seinir, tá teir buðu honum nýggjan sáttmála við methøgari løn. Ein sáttmáli, sum rennur út komandi summar, men sum uttan iva vera longdur innan ta tíð. Mr. Chelsea ætlar sær ongan veg. Og meira enn nakað annað man hann í dag vóna, at hann eina ferð afturat fær møguleika at sparka avgerndi bóltin í eini Champions League-finalu.