Tekstir til myndir:
Mr. Bean stillaði upp í Klaksvík. Tað hildu í øllum førum nøkur barnagarðsbørn úr Drotning Margetu Barnagarði í Klaksvík, sum vóru á kanningarferð í valskrídda býnum.
- Men tað var bara pápi Símun, siga dreingirnir og flenna
Flakakvinan ætlaði sær at velja eina kvinnu á fólkatingsvalinum. Men fyrst skuldu nøkur fløk reinskerast, og ikki var nógv tíð til politiskt prát við effektiva reinskeringarborði
Mikkjal Miðalberg á Ellis- og Vistarheiminum í Klaksvík hevði greitt brævatkvøðu áðrenn sjálvan valdagin.
- Tað er einki loyndarmál, hvønn eg velji. Eg valdi sama flokk, sum eg altíð velji, Tjóðveldi, segði hann avgjørdur
Hanus Sørensen frá byggifelagnum Kanjon ger øki klárt til nýggjan bygning til Eik. Hann ætlaði sær eisini á val, men valið var loyniligt, segði hann
Nógvir miðnámsskúlanæmingar vóru fyrstu ferð á fólkatingsvalið í ár. Daisy og Diana í 2. P á Klaksvíkar HF-skeiði høvdu avgjørt hvønn tær fóru at velja, men fyrst skuldi matematikkin gerast
Fleiri børn vóru eisini á val við foreldrunum, og um tað tekur ov langa tíð hjá mammu at seta krossin, er tað deiligt at kunna kaga út millum gardinurnar
Mamman setir krossin, men dóttirin kann gott sleppa at koyra seðilin í kassan
Sigbrand Johansen telur upp við borði hjá Sjálvsstýrisflokkinum, á borðinum hjá Miðflokkinum var ikki nógvur ivi um, hvør fekk mest










