Barnagarðsbørn í Klaksvík máttu hyggja nærri eftir valplakatunum á posthúshorninum, tí mitt millum keðiligu og gráu politikararnar stóð sjálvur Mr Bean Forskúlabørn úr Stórustovu í Drotning Margetu Barnagarði í Klaksvík vóru á kanningarferð í valskrídda býnum í dag. Og knappliga bleiv tað ordiliga spennandi, tí ein av drongjunum sá Mr Bean á einum lítlum einsamøllum skelti.
Tey máttu tí fara niðan á grøna vøllin at kanna tingini nærri.
- Men tað var bara pápi Símun, sigur John Sigurð og flennir.
Men Elsa, Rebekka, Brandur, John Sigurð og Karl Fritz halda tað er eitt sindur kul, at pápin hjá Símun, sum gongur í sama barnagarði sum tey, er á eini mynd mitt í býnum.










