Mr. Bean selur superbilin

Mr. Bean hevur seinnu árini koyrt í McLaren superbili, men nú er bilurin settur til sølu

Enski sjónleikarin Rowan Atkinson hevur forvunnið nógvar pengar við at spæla tann hjálparleysi og skemtiligi Mr. Bean umframt aðrar leiklutir.

Ein posa av teimum pengum brúkti hann, tá ið hann keypti sær ein McLaren F1 GTR sportbil. Í 2011 krasjaði hann bilin, og tað kostaði 9 milliónir krónur at umvæla bilin.

Nú hevur Rowan Atkinson sett bilin til sølu, og hann krevur ikki minni enn 80 milliónir krónur fyri hann.