Mr. 100

-

 



Sunnudagin kom Gunnar Mohr í lítla klubban av leikarum, sum hava skotið 100 mál í bestu deildini Av teimum leikarum, sum hava verið á vøllinum hetta kappingarárið, telur hesin klubbin bert fýra aðrar leikarar. Nevnliga Kurt Møkøre, Una Arge, John Petersen og Súna Fríða Johannesen.

Hvussu nógvar dystir Gunnar hevur nýtt um at røkka hesum hundrað málunum, hava vit ikki nágreinuliga kannað, men til hesi seinastu fimm nýtti hann so bert fimm dystir. Verður roknað í effektivari spælitíð, var talan tó bert um góðar tveir dystir, tí í HB hildu tey tað ikki vera ráðiligt at lata slitnu beinini stríðast í 90 minuttir hvørja ferð.

Umframt at hann soleiðis slapp sær upp í Club-100, so hevði Gunnar eisini yvirskot til at geva álopsfelaganum seinasta hálva tíman, Eyðuni Samuelsen, eina sveinagávu, tá hesin slapp at prika bóltin inn, eftir at Gunnar hevði lobbað upp um málverjan.

Alt í alt var talan soleiðis um ein av teimum heilt góðu døgunum hjá Gunnari, og so er spurningurin, um hetta var hansara allar seinasta upptraðkan í bestu deildini, ella um eitt come-back afturat er væntandi okkurt av komandi árunum.