Í annaðkvøld kl. 20 verður konsert við vokalbólkinum Mpiri í Rundatorni í Keypmannahavn. Mpiri hevur skjótt 10 ár á baki og hevur øll árini staðfest seg sum ein bólk við høgum ambisjónum. Eyðkennið hjá kórinum er at syngja nýggjan føroyskan tónleik, og nýskrivað føroyskt er eisini ein stórur partur av skránni á hesi konsertini. Sungin verða verk eftir Kára Bæk, Sunleivi Rasmussen, Paula í Sandagerði og Bjarna Restorff. Umframt tað føroyska framførir Mpiri norðurlendskan tónleik eftir Per Nørgård, Jean Sibelius og Einojuhani Rautavaara. Blandað upp í hetta verður gamal enskur renesansutónleikur eftir Thomas Tallis.
Konsertirnar hjá Mpiri eru kendar fyri at vera livandi og fjølbroyttar. Vokalbólkurin leggur seg eftir at bróta mørkini fyri, hvat ein kórkonsert er. Av tí at Mpiri fyrireikar seg til í næstum at taka upp eina jólafløgu, verður konsertin í Rundatorni einasta framførslan hjá kórinum í vár.










