(Tíðindaskriv)
Undir yvirskriftini ?Ørskapur? fór kamarkórið Mpiri í vár undir eina nýggja konsertferð. Eftir tvær væleydnaðar konsertir í Århus Kunstbygning og Rundatorni í Keypmannahavn leggur kórið nú leiðina til Føroya. Kórið hevur samansett eina konsertskrá við verkum, ið á ein ella annan hátt hava okkurt ørt í sær. Ein svakur tekstur, eitt vitleyst tónaskald ella líknandi.
Konsertirnar í Føroyum verða:
Týskvøldið 22. juli kl. 19 í Fríðrikskirkjuni á Nesi.
Mikukvøldið 23. juli kl. 19 í Kommunuskúlahøllini í Havn.
Mpiri hevur sum eitt av aðalmálum sínum at virka fyri at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Hetta mál hevur kórið tikið í álvara og hevur seinastu árini bílagt fleiri nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum so sum Kára Bæk, Paula í Sandagerði, Kristiani Blak og Tróndi Bogasyni. Tróndur Bogason syngur tenor í kórinum og hevur, síðani kórið varð stovnað, skrivað 7 verk til kórið. Frumframførslur hava tí verið javnan at hoyra á konsertum kórsins.
Ein frumframførsla er eisini á skránni á konsertferðini. Tað er verkið 'Tanngulilalei' hjá Tróndi Bogsasyni. Heitið er ein góð ábending um, hvat kann væntast til konsertirnar hjá Mpiri. Umframt hetta verkið syngur kórið verk eftir øra italska fúrstanum Carlo Gesualdo da Venosa, sum livdi í renesansuni, og sum gjørdist svakur eftir at hava myrt konu sína og elskara hennara. Restina av lívi sínum brúkti hann til at pína seg sjálvan og skriva løgnan tónleik. Gesualdo var tó samstundis ótrúliga dugnaligur, so hesin tónleikurin verður í dag mettur sum nakað av tí mest spennandi og nýskapandi úr seinni helvt av renesansuni.
Eisini eru verk við, sum danska tónaskaldið Per Nørgård hevur gjørt til tekstir hjá sveitsiska fjøllistamanninum Adolph Wölfli, ið mesta av lívi sínum var læstur inni á sinnissjúkrahúsi. Tekstirnir eru vakrir og vitleysir í senn og tað sama er tónleikurin, ið er settur til.
Kórleiðari er danin Gorm Larsen, ið er úbúgvin kór- og orkesturleiðari á Kongaliga Danska Tónleikakonservatoriinum. Hann hevur eisini lært á Royal College of Music í London og lisið Tónleikavísund á Universitetinum í Århus.
Í sambandi við konsertirnar ber eisini til at keypa nýggju fløguna hjá kórinum fyri 100 kr. Fløgan ?Asbest? savnar tann føroyska nýskrivaða tónleikin, sum kórið hevur sungið hesi 5 árini, tað hevur verið til.
Lesið meira um kórið á heimasíðuni www.mpiri.org
Myndir av kórinum til fjølmiðlar (í ymsari stødd og upploysingi) eru at finna á heimasíðuni undir 'annað'.
Fyri meira kunning um konsertirnar/fløguna, skrivið til danial@mpiri.org (ella ringið: 508023.