Mpiri á ferð í Føroyum

Føroyska kórið Mpiri hevur heimstað í Keypmannahavn, men vitjar í døgunum 27. - 29. oktober í Føroyum


Kórið Mpiri kemur á vitjan í Føroyum í døgunum 27. - 29. oktober. Konsertir verða í Vestmanna, Gøtu og í Havn. Kórið leggur seg eftir at syngja nýggjari tónleik, eisini eftir føroysk tónaskøld, og hevur luttikið á fleiri spennandi tiltøkum í Danmark.

Kórið er satt saman av 13 sangarum og er sprottið úr Húsakórinum í Føroyahúsinum. Kórið hevur tilknýti til føroysku kirkjuna í Keypmannahavn, Samuelskirkjuna.

Kárið sigur í tíðindaskirivi m.a., at árliga Nordatlantisk Korfestival fyri útisetar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi, skipaði Mpiri fyri á vári í fjør. Kórleiðararnir John Høybye, Sunleif Rasmussen og Marianne Clausen stjórnaðu teimum 150 sangarunum á sera væleydnaðu kórstevnuni. Tá framførdi Mpiri tað fyrsta av verkunum hjá Tróndi Bogasyni, sum kórið hevur havt samstarv við alla sína tíð. Tilsamans hevur Tróndur Bogason skrivað seks stykki til kórið, so frumframførslur hava verið mestsum gerandiskostur á konsertunum hjá Mpiri.

1. apríl í ár hevði kórið ta størstu konsertina hjá sær higartil. Hon var á nýggju Foyerscenen, sum mentunarstovnurin Huset i Magstræde hevur gjørt. Tað mest krevjandi verkið á tí konsertini var nýggjasta verkið hjá Tróndi Bogasyni, Asbest, har kvæðastev rennur saman við rapp, nýmótans kórharmonium og indianskan sang. Á konsertini varð eisini lagdur stórur dentur á pallframførsluna: Kórið skifti alla tíðina kóruppstilling og flutti seg runt í rúminum, føroyski ljóstøkningurin Egil Barclay Hansen skapaði huglag og harafturat hevði Mpiri fingið samband við føroysku klædnalistafyritøkuna Pau, sum hevði gjørt serligar búnar til kórið úr føroyskari ull.

Tað mest spennandi, sum er hent kórinum í seinastuni, er, at kenda føroyska tónaskaldið og kórleiðarin Sunleif Rasmussen hevur játtað at stjórna kórinum komandi árið.

Kórið gleðir seg til ferðina í Føroyum og sigur soleiðis í tíðindaskrivi: Líka síðani Mpiri bleiv stovnað, hevur tankin um at fara eina konsertferð til Føroya verið til. Vit halda øll í kórinum, at tað verður avgerðandi avbjóðingin hjá útisetakórinum: At koma heim og vísa, hvat vit duga. Tí bleiv tað avgjørt, at hetta skuldi vera høvuðsverkætlanin hjá okkum í ár. Ferðin verður í døgunum 27. til 29. oktobur og fevnir um tilsamans 3 konsertir:


Fríggjakvøldið 27.10 kl. 19.00 í Skúlanum í Vestmanna.

Leygarkvøldið 28.19 kl. 20.00 í Losjuni í Gøtu.

Sunnudagin 29.10 kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.