MP Teknik væleydnaða móttøku í Klaksvík

Nýggja maritima fyritøkan í Klaksvík, MP Teknik, skipaði í gjár fyri móttøku í hølunum á Klaksvíksvegi, har væl av fólki vóru inni á gólvinum og heilsaðu teimum seks monnunum, sum standa aftanfyri fyritøkuna

MP Teknik

Ein nýggj fyritøka, sum serliga vendir sær til sjóvinnuna, er nú sjósett í Klaksvík. Talan er um smápartafelagið MP Teknik, sum seks mans eru saman um. Teir eru (f.v.) Bogi Simonsen, marknaðarleiðari, Poul Norðoy, lagurleiðari, Wille Olsen, søluleiðari, Malvinus í Gong, stjóri, Johnny Mikkelsen, handilsleiðari og Petur í Gong, fíggjarleiðari.
Í gjár skipaðu teir fyri móttøku í hølunum á Klaksvíkvegi 36, har væl av fólki nýttu høvi at heilsa nýggju fyritøkuni  og í dag klokkan 13 læt so handilin upp alment.
Felagið vendir sær serliga til sjóvinnuna, men selir eisini parabol-og sjónvarpsútgerð umframt auto-hifi útgerð.
MP Teknik hevur eisini verkstað og firmabil, sum eitt nú verður brúktur til at koyra út til viðskiftafólk.
Ein týðandi partur av virkseminum hjá MP Teknik verður at veita tænastu fyri og ráðgeving til viðskiftafólk, bæði á landi og sjógvi.
- Umframt sølu, fara vit eisini at arbeiða úti á "markini", sum Wille Olsen, søluleiðari, tekur til.
Hann vísir á, at MP Teknik ikki leggur so ógvusliga til brots, men hann viðgongur, at nýggja felagið hevur stórar ambitiónir á sínum øki, sum hann tekur til.
Wille Olsen vísir á, at teir, sum standa aftanfyri MP-Teknik, hava hollar royndir á sínum øki  og kenna "bransjuna".
- Í byrjanini fara tveir teknikarar at arbeiða í fyritøkuni fulla tíð, og síðan verður eitt fólk knýtt at handilshølunum, sum í byrjanini verður opið frá klokkan 13 hvønn seinnapart, sigur Wille Olsen.
MP-Teknik ætlar avgjørt at vera kappingarført á marknaðinum, bæði í tænastu, dygd og prísi.