»Mozart« á fótbóltsvøllinum

Mathias Sindelar var valdur til bæði aldarinnar fótbóltsspælara, og aldarinnar ítróttarmann í Eysturríki. Hann var ein bóltsnillingur, men hann var eisini ein prinsippfastur maður, sum ikki vildi spæla fyri stórtýska landsliðið hjá Adolf Hitler

Fótbóltur

 

Hóast tað skjótt eru liðin 70 ár síðani, at Mathias Sindelar doyði, so stendur hann millum størstu tjóðarhetjunnar í Eysturríki. Ikki bara tí hann var ein framúrskarandi fótbóltsspælari, sum spældi 43 landsdystir og skeyt 27 landsliðsmál fyri Eysturríki, árini 1926-1937. Tá leiktu landsliðini ikki so nógvar landsdystir sum í dag. Ella tí hann var við til at vinna meistaraheiti og steypaheiti fyri høvuðsstaðarfelagið, Austria Wien. Hann varð nevndur »Mozart innan fótbóltin«, men hann var ein andsøgn. Honum dámdi ikki at venja, men honum dámdi væl tað váta slagið, at roykja og hevði hann nógvar frillur. Kortini vísti hann stór avrik á fótbóltsvøllinum. Men tað sum nógvir eysturríkarar virða Mathias Sindelar fyri, var at hann noktaði at spæla fyri felags stórtýska landsliðið hjá Adolf Hitler. Eysturríkska landsliðið var niðurlagt í 1938, aftaná at landið var slúsað uppí tað Triðja Ríkið hjá Adolf Hitler.

 

Av moraviskum uppruna

Mathias Sindelar, sum var av moraviskum uppruna, var føddur 10. februar 1903, tá fekk hann navnið Matej Sindelar. Hann var føddur í Kozlov, tætt við býin Jihlava í Moravia. Moravia er í dag partur av kekkiska lýðveldinum. Í 1903 var Moravia partur av tí stóra eysturríkska-ungverska keisaraveldinum, sum fór til grundar aftaná 1. veraldarbardaga. Foreldrini Jan, sum var smiðjur, og Marie vóru fátøk, og í 1905 flutti familjan til ein forstað til Wien, sum eitur Favoritten. Har settu tey seg niður í einum øki, har nógv bøhmiskt talandi fólk búðu. Her kom tann ungi Matej, sum við tíðini bara kom at verða kendur sum Mathias, í samband við ungar dreingir, sum spældu fótbólt. Og tað var skjótt øllum greitt, at talan var um ein óvanliga dugnaligan bóltsnilling.

 

Yrkisleiðin

15 ára gamal fór Mathias Sindelar uppí felagið, sum eitur Hertha Wien, og her spældi hann fótbólt í seks ár. 21 ára gamal, í 1924, fór Mathias Sindelar at spæla við Austria Wien, sum tá bar navnið Wiener Amateur-Sportsvereinung. Sindelar átti sín stóra leiklut í, at liðið vann eysturríksku steypakappingina í 1925, 1926, 1933, 1935 og 1936, og tað eysturríkska meistaraheitið í 1926. Sindelar spældi sín fyrsta landsdyst tann 28. september í 1926, og var dysturin ímóti Kekkoslovakia, sum hann kundi spælt fyri, um familjulagnan ikki hevði lagað tað øðrvísi. Longu í fyrsta landsdystinum skoraði hann mál fyri Eysturríki, og skoraði Sindelar fýra mál í trimum teimum fyrstu landsdystunum. Sindelar gjørdist ein avgerandi og týðandi partur av »Das wunderteam« hjá Hugo Meisl, sum søguliga er besta landsliðið, Eysturríki nakrantíð hevur havt. Tá HM var í Italia í 1934 rukku Eysturríki og Sindelar hálvfinaluni, aftaná at teir vunnu 2-1 á Ungarn í fjórðingsfinaluni. Í hálvfinaluni vóru eysturríkarar fyri tí óeydnu at skula spæla ímóti vertsstjóðini, Italia, sum hevði fingið kravboð frá fasistiska einaræðisráðharranum, Benito Mussolini at vinna heimsmeistaraskapið. Italia vann 1-0 uppá eitt ógvuliga ivingarsamt dómaraavrik, har italski verjuleikarin, Luis Monti var loyvdur at fara illa við Mathias Sindelar. Eysturríki spældi bronsudyst ímóti Týsklandi, týskarar vunnu dystin 3-2. Italia vann finaluna 2-1 á Kekkoslovakia aftaná umdyst. Fótbóltssøgufrøðingar yvirhøvur eru samdir um, at Italia nýtti ólógligar argentinskar spælarar, og at Kekkoslovakia er tann sanni HM-vinnarin í 1934. Men tað hevur ongantíð eydnast at vinna frama fyri hesum í FIFA-høpi.

 

Doyði ungur

Hóast nógvar áheitanir, so noktaði Mathias Sindelar at spæla á felags stórtýska landsliðnum hjá Triðja Ríkinum. Sindelar royndi alment at skylda uppá tann høga fótbóltsaldurin – hann var 35 ár í 1938 - og at hann stríddist við skaðar. Men tey nærmastu vistu, at hann snøgt sagt ikki tímdi ella vildi spæla fyri Triðja Ríkið. Nazistarnir vóru ikki glaðir fyri avboðið hjá Sindelar. Í 1938 tók Týskland lut í HM-endaspælinum í Fraklandi, og var tað eitt stórt afturstig fyri týsku æruna, at fótbóltslandsliðið reyk út longu í innleiðandi umfarinum, aftaná at hava tapt 2-4 ímóti Sveis. 23. januar í 1939 vóru Mathias Sindelar og italska unnustan, Camilla Castagnola funnin deyð í íbúðini hjá Sindelar í Wien. Almenna deyðsorsøkin var, at tey vóru eitrað av koliltu. Men nógv verður gitt um deyða Sindelars. Summi meta, at hann var myrdur av nazistunum, onnur meta, at hann gjørdi sjálvmorð, tí hann toldi ikki tað ótolandi trýstið, sum hann var undir. Onnur meta, at talan var um ein gasleka í íbúðini, sum tók lívið av Sindelar og Castagnola. Egon Ulbrich, sum var ein av bestu vinmonnunum hjá Sindelar hevur kortini fortalt, at ein lokalur embætismaður var mutraður til at skriva deyða Sindelars niður, sum eitt óhapp, so at Sindelar kundi fáa eina almenna jarðarferð og eina heiðursgrøv. Sjálvt um full vissa ikki er fingin fyri deyðsorsøkini hjá Mathias Sindelar, so er breið semja um, at hann var undir stórum trýsti frá nazistunum, tí hann noktaði at spæla á stórtýska fótbóltslandsliðnum. Um aldarskiftið valdu eysturríkarar Mathias Sindelar, sum aldarinnar ítróttarmann í Eysturríki, og sjálvsagt eisini til aldarinnar fótbóltsspælara. Í yvirlitinum yvir bestu fótbóltsspælarnar í 20. øld meta fótbóltsserfrøðingar Sindelar at verða nr. 22 í øllum Heiminum. Søgan hjá Mathias Sindelar er enn eitt dømi um, at fótbóltur er so nógv meiri, enn bara fótbóltur.