Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Eins og flestu av liðfeløgunum, so mátti Johan Troest Davidsen staðfesta, at beinini vóru nakað tyngri hesaferð, enn tey vóru leygardagin.
- Eg merkti tað í øllum førum væl, og sum heild haldi eg, at vit vóru nakað tyngri. Hinvegin sóu vit enn einaferð, at allir mans góvu seg fult út, og tað er í øllum førum positivt, haldi eg. Móti endanum vistu vit sjálvandi, at møguleikin var til at javna, men vit fingu ongan tíð nakað veruligt trýst á. Tað var bara við deyðbóltum, at vit hóttu eitt sindur, tí orkan var ikki nóg stór til veruliga at flyta liðið niðan, segði Johan Troest Davidsen.
- Í verjupartinum haldi eg annars, at vit stóðu væl. Vit rætta upp á nøkur fá ting í steðginum, og tá gjørdist hetta enn betri. Men teir hava góðar spælarar, sum spæla skjótt, og tí koma teir sjálvandi til nakrar møguleikar, men ikki so heilt nógvar, kortini, segði Johan.
Hetta landsliðsárið er liðugt nú. Men eitt stig og 1-5 í málmuni er væl nakað, sum væl og virðiliga er til at liva við?
- Tað má eg siga. Í verjupartinum av spælinum hevur tað gingið rættiliga væl. Tann partin mugu vit so sjálvandi halda fast um, og so mugu vit vita, um vit ikki klára at byggja eitt sindur afturat upp á framrættaða partin av spælinum, segði Johan Troest Davidsen eftir dystin.









