Moyes vann á Keane

Fult umfar hevur hetta vikuskiftið verið í Premier League. Tað var 14. umfar, og átta av dystunum vórðu spældir leygardagin, meðan tveir vórðu spældir í gjár. Áhugavert er at bíta merki í, at Manchester United taptu móti Bolton, og at Everton vunnu heili 7-1 móti Sunderland

FÓTBÓLTUR

 

Nøkur áhugaverd úrslit komu í dystunum í Premier League, hetta vikuskiftið, har Manchester United misti týdningarmikil stig í stríðnum um meistaraheitið, tá teir taptu 1-0 á útivølli móti Bolton, Newcastle liðið var fyri eyðmýking á heimavølli, tá teir møttu Liverpool, og Everton vann sín størsta sigur, síðan 1996.

 

Fyrstu ferð hjá Keane

Venjarin hjá Sunderland sigur seg ikki hava verið úti fyri áður, at hava tapt so nógv og so lætt, og teir gjørdu leygardagin, tá teir vitjaðu Everton. Úrslitið gjørdist heili 7-1, og tað tóktist ov lætt hjá Everton leikarunum at spæla seg til stórar málmøguleikar. Roy Keane segði á tíðindafundi eftir dystin, at hann ikki hevur upplivað nakað líknandi fyrr í sínari karrieru, og at hann saman við starvsfólkunum veruliga hevur nakað at arbeiða við, áðrenn næsta vikuskifti.

 

Villur og skaðar kosta

Manchester United var á vitjan hjá Bolton, og tað skuldi vísa seg, at uttan Wayne Rooney og serliga Nemanja Vidic skuldi tað gerast sera trupult. Vidic, ið er úti við ryggskaða varð avloystur av Gerard Pique, og júst sami Pique var orsøkin til at Bolton løgdu seg á odda. Hann markeraði Nicolas Anelka, og tá høgt innlegg kemur, loypur hann vekk frá manninum og tá er lagamanni hjá málrevinum at skora, ómarkeraður í United brotsteiginum.

 

Tætt í oddinum

Hini fýra oddaliðini; Arsenal, Manchester City, Chelsea og Liverpool gjørdu øll sína skyldu í teirra dystum. Arsenal vunnu 2-0 heima á Emirates leikvøllinum móti einum treyskum Wigan liði. Chelsea vunnu 2-0 móti absolutta botnproppinum Derby, Manchester City vunnu sín dyst móti Reading, og Liverpool knústu Newcastle 3-0, hóast úrslitið kanska heldur skuldi verið 7 ella 8-0. Enskir miðlar kalla innsatsin hjá Newcastle fyri tragi-komiskan. Heilt víst vánaligasta avrikið í kappingarárinum, og tað sigur ikki so lítið, um ein hyggur eftir hvussu úrslitini hava follið higartil. Eingin ivi er tó í at tað fer at verða lættari at arbeiða, tá hópurin er skaðafríður. Tað tykist at vera teirra stóra marra í ár. Men innsatsurin má gerast betur enn higartil, tað er heilt víst.

 

Myndatxt

 

 

Úrslitini hetta umfarið vórðu:

 

Arsenal-Wigan 2-0 (Gallas, Rosicky)

Birmingham-Portsmouth 0-2 (Muntari, Kranjcar)

Bolton-Manchester United 1-0 (Nicolas Anelka)

Derby-Chelsea 0-2 (Kalou, Wright-Phillips)

Everton-Sunderland 7-1 (Yakubu 2, Cahill 2, Pienaar, Johnson, Osman - Yorke)

Fulham-Blackburn 2-2 (Murphy, Kamara – Emerton, Warnock)

Manchester City-Reading 2-1 (Petrov, Ireland - Harper)

Middlesbrough-Aston Villa 0-3 (Carew, Mellberg, Agbonlahor)

Newcastle-Liverpool 0-3 (Gerrard, Kuyt, Babel)

West Ham-Tottenham 1-1 (C.Cole - Dawson)