Fyrrverandi Everton og Manchester United venjarin, David Moyes, kann vera á veg aftur til enskan fótbólt.
Sambært bretskum miðlum, verður David Moyes serliga settur í samband við venjarastarvið í Sunderland, har Dick Advocaat annars hevur verið venjari teir seinastu dystirnar.
David Moyes er í løtuni venjari í spanska felagnum, Real Sociedad, og tað er enn ógreitt, um hann verður venjari í spanska felagnum aftaná summarsteðgin.
David Moyes var seinasta kappingarár venjari hjá enska stórfelagnum, Manchester United, sum tó valdi at koyra hann frá, áðrenn kappingarárið varð liðugt. Eisini hevur hann verið venjari hjá Everton við góðum úrslitum.