Moyes tapti fyrsta dystin

David Moyes tapti sín fyrsta dyst sum venjari hjá Manchester United.

Manchester United er í hesum døgum á venjingarferð í Asia, og leiktu í dag fyrsta dystin á ferðini.

 

Dysturin var ímóti Singapore 11, og hann endaði við einum tapi hjá United, 0-1.

 

Stóru álopsstjørnurnar vóru ikki við hjá United. Van Persie og Hernandez umframt skadda Wayne Rooney eru ikki við á ferðini, og tí hevði United sítt stríð við at fáa javnað málið, sum Everton akademi leikarin, Teeratep Winothai, skoraði, tá 50 minuttir vóru leiktir.

 

Ikki tí at United ongar møguleikar fingu, men serliga Danny Welbeck brendi illa. Nærmast var Manchester við, tá nýggi leikarin, Wilfried Zaha, rakti stongina.

 

Men sum allir United fjepparar vita, tapti Sir Alex Ferguson eisini sín fyrsta dyst við Manchester United, so ongum nýtist at stúra av teirri orsøk.

 

Fyrsti dysturin hjá Ferguson var móti Oxford 8. november 1986, og endaði við einum 0-2 tapi.