Moyes stúrir ikki

Í kvøld verður stóri lokaldysturin í Liverpool spældur. Liverpool tekur ímóti Everton, og dysturin hevur ikki minst stóran tydning fyri Liverpool í toppinum í ensku landskappingini. Venjarin hjá Everton stúrir ikki fyri trupla dystinum. - Eg eri rættiliga róligur, tí eg síggi, hvussu væl mínir spælarar spæla, og hvat teir avrika. Teir hava sjálvsálit og njóta fótbóltinum. Um vit klára at liva upp til hetta í dystinum ímóti Liverpool, so hava vit einki at verða bangnir fyri, sigur David Moyes.