David Moyes helt í dag sín fyrsta tíðindafund sum Manchester United venjari, og sjálvandi var spurningurin um framtíðina hjá Wayne Rooney ovast á breddanum hjá tíðindamonnunum.
Og David Moyes var avgjørdur.
- Wayne Rooney er ikki til sølu. Hann er ein Manchester United spælari og verður verandi ein Manchester United spælari. Vit fara ikki at selja hann, segði David Moyes.
Moyes vildi tó ikki koma inn upp á, um Rooney sjálvur hevði sagt, at hann ynskti at verða verandi.
Moyes segði, at hann hevði tosað við Wayne Rooney, sum hevur verið settur í samband við Arsenal og Chelsea feiri ferðir.
- Tað, sum hendi fyrr, er burtur nú, vildi Moyes vera við. Vit arbeiða saman nú, og eg havi sæð eitt glimt í eygunum, hann sær væl nøgdur út og eg eri vísur í, at hann fer at leggja seg í selarnar, segði David Moyes, sambært BBC Sports.











