Moyes og Ramos heiðra sínum leikarum

?Eg eri vónbrotin, at vit ikki megnaðu at leika okkum víðari. Men vit gjørdu eina veruliga roynd, og vit trýstu teir í botn. Leikarnir hava uppiborið eitt stórt herðaklapp. Vit arbeiddu og stríddust nógv, men fingu onga løn fyri tað, og tað er ringt at svølgja. Tá saman um kemur handlar tað alt um mistar málmøguleikar. Vit áttu at hava skorað tað triðja málið í vanligu leiktíðini. Málverjin hjá teimum var heppin, og hevði eisini nakrar stórar bjargingar.? segði Everton venjarin David Moyes eftir dystin. Spurs-venjarin Juande Ramos er eisini nøgdur við sínar menn: ?Tá tað kemur til tað fimta brotssparkið, so koppar tað annan vegin. Tað trýstið, sum liggur á leikarunum, sum skulu skjóta í einari brotssparkskapping, er eitt trýst, sum ein ikki kann venja. Allir leikarnir sótu vónbrotnir inni í skiftingarrúminum, men teir leikarnir, sum tora at skjóta eitt brotsspark eru djarvir, eg heiðra teir fyri tað. Vit angra einki, vit vildu vinna dystin, og tað gjørdu vit, ein brotssparkskapping er tað reina lottarí. Vit skoraðu ikki uppá tað fimta brotssparkið. Høvdu vit skorað tá, so høvdu vit verið víðari.?