Hóast tað hevði ljóða í eitt heilt samdøgur frammanundan, kom tað allíkavæl óvart á fleiri, at Manchester United valdi at steðga samstarvinum við David Moyes.
David Moyes skrivaði í fjør undir ein 6 ára sáttmála við Manchester United.
David Moyes sigur soleiðis í síni frágreiðing.
- At vera settur í starv hjá Manchester United, einum av størstu fótbóltsfeløgum í heiminum er nakað eg eri stoltur av.
- Eg visti at tað fór at vera trupult at taka yvir eftir ein mann, ið hevði sitið í starvinum í so langa tíð og sum hevði skapt so nógvan stabilitet í felagið. Men tað var ikki nakað eg ræddist, tað var ein avbjóðing eg sá fram til.
- Trýstið á Manchester United venjaranum er altíð stórt, men eg eri aldrin steðgaður við at arbeiða hart. Tað sama kann sigast um restina av venjaratoyminum hjá mær. Eg vil takka teimum fyri teirra álit og trúfestni gjøgnum tíðina í Manchester United.
- Vit vóru fokuseraðir uppá at endurbyggja liðið til at kappast aftur í oddinum. Tað skuldi gerast meðan vit spældu Premier League og meðan vit spældu Champions League. Eg ivaðist ikki í at vit fóru at klára tað, men hendan tíðin hevur verið hørð. Úrslitini hava ikki verið við Manchester United og eg skilji frustratiónirnar hjá áskoðarunum.
- Í míni stuttu tíð í felagnum, havi eg lært hvat fyri serlig støð Old Trafford og venjingaranleggið Carrington eru. Eg vil takka venjaratoyminum í Manchester United fyri at taka so væl ímóti mær frá fyrsta degi. Samstundis vil eg eisini takka øllum áskoðarunum í felagnum fyri at stuðla liðnum trúfast gjøgnum alt kappingarárið. Eg ynski tykkum og felagnum alt tað besta í framtíðini.
- Eg havi altíð verið á tí áskoðan at venjarar aldrin steðga við at læra gjøgnum eina karrieru og eg veit at eg komi at taka nógv við mær, frá tíðini í Manchester United. Eg eri stoltur av at liðið spældi seg í fjórðingsfinaluna í kappingini um Champions League og eg takki Sir Alex Ferguson fyri at trúgva uppá míni evni og fyri at geva mær møguleikan til at verða venjari hjá Manchester United.