Eftir hálvum ári í venjarasessinum hjá Manchester United líkist David Moyes einum kroystum manni. Úrslitini hava als ikki verið eftir vild, og tá lið hansara í gjár tapti triða dystin á rað – hesaferð móti Sunderland – fekk dómarin av at vita.
- Tað kennist, sum spæla vit móti bæði mótstøðumonnunum og dómarunum, segði Moyes millum annað eftir dystin í gjár.
- Eg trúi tí ikki, tá teir fingu fríspark, sum leiddi til fyrsta málið. Kanska má eg skilja, at tað er tað, sum hendir við Manchester United, segði Moyes, sum eisini var alt annað enn nøgdur við brotssparkið, sum gav Sunderland sigursmálið.
- Eg haldi tað vera ótrúligt, tá tú hugsar um, at vit ikki fingu brotsspark í seinasta dystinum (tá Hugo Lorris feldi Ashley Young), segði hann eisini.
Enska fótbóltssambandið hevur áður revsað venjarar, sum hava sagt sína hugsan um dómaraavrikið, og nú verður altso kannað, um David Moyes skal revsast fyri útsagnir sínar.