Moyes hevur fingið sekkin

David Moyes er ikki longur venjari í spanska Real Sociedad.

Fyrrverandi Everton- og Manchester United-venjarin, David Moyes, hevur fingið sekkin í spanska felagnum, Real Sociedad. Tað hevur felagið kunngjørt í dag.


Hóast tað gekk væl eftir at hann tók við fyri einum ári síðani, so hevur byrjanin upp á hetta kappingarárið sera vánalig. Real Sociedad er í løtuni nummar 16 fyri níggju dystir.


Tað er framvegis ikki greitt hvør fer at taka við starvinum eftir 52 ára gamla David Moyes.