Moyes heldur fast um ungdómin

Dan Gosling og Jack Rodwell, sum skutu hvør sítt mál í sigrinum hjá Everton á Manchester United, eru enn tvey dømi um framúr fótbóltsskúlan á Goodison, sum eisini hevur uppalt Wayne Rooney. Rooney skifti tó tíðliga til Manchester United, men David Moyes, manager hjá Everton, óttast ikki, at nýggju stjørnuskotini fara aðrar vegir. – Everton er eitt heilt øðrvísi felag í dag, enn vit vóru, tá Rooney kom fram. Tá stríddust vit í botninum, meðan vit í dag kunnu bjóða okkara spælarum europiskan fótbólt. Tað vísir eisini, hvussu nógv tað hevur at siga, at tú hevur álit frá leiðsluni. Sjálvur siti eg nú á áttanda árið, hóast eisini eg havi upplivað mótgongd. Tú sært eisini við Wenger og Sir Alex, at tað loysir seg, um venjarin fær neyðuga arbeiðsfriðin, sigur Moyes.