Hóast tap móti Chelsea og 14 stig upp á fyrsta plássið, vil David Moyes ikki geva upp í dystinum um meistaraheitið.
Eitt Samuel Eto'o hattrick leiddi Chelsea til ein lættan sigur á Manchester United, og handaði samstundis United sjeynda tapið í kappingini í ár.
David Moyes segði:
- Vit tveita ikki handklæðið í ringin, inntil vit ikki longur kunnu náa meistaraheitinum. Málið er framvegis at enda nummar eitt, og vit fara at royna.
Eisini Chelsea managarin noktaði fyri at melda United út úr meistaraskaps dystinum - men segði, at taðfór at krevja ein álvarsligan kepp í maskinaríið hjá teimum trimum liðunum í oddinum.
- Eg eri vísur í, at Moyes ikki verður illur vi meg, um eg sigi sum er. Tað eru 14 stig upp til Arsenal, 13 til Manchester City og 12 upp til okkum. Tað krevur, at trý lið kollapsa, fyri at taka meistaraheitið frá teimum. Eg vóni, at teir vinna á øllum hinum liðunum fyri at enda í top fýra, sigur Jose Mourinho.