Í fráboðan í morgun hevur enska stórfelagið, Manchester United, boðað frá, at David Moyes ikki longur er venjari hjá felagnum.
Moyes hevur verið undir hørðum atfinningum størsta partin av árinum, og á vøllinum hevur tað gingið meira enn striltið hjá meistaraliðnum, sum ongantíð áður er endað uttan fyri top-3, síðani Premier League varð stovnsett fyri 21 árum síðani.
Enn er ikki greitt, hvør avloysarin hjá Moyes verður, men meira verður helst at hoyra um hetta seinni í kvøld.