Mowi nógv best úrslit í Føroyum

Stóri alirisin Mowi hevur aling í fleiri ymiskum londum - og úrslitið fyri hvørt kilo í Føroyum er sera gott.

 

 

Samanborið við fyrsta fjórðingsár í fjør, royndist fyrsta fjórðingsár í ár ikki so væl hjá alirisanum, Mowi, sum eisini hevur aling í Føroyum.

Rakstrarúrslitið fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var 107 miljónir evrur - ella slakar 800 miljónir krónur. Somu mánaðir í fjør var úrslitið 196 miljónir evrur ella út við hálv onnur miljard krónur.

Hetta vísir ein nýggj fjórðingsuppgerð hjá alirisanum, sum eitt nú Finansavisen og seinni eisini iLaks hava endurgivið.

Mowi hevur aling í fleiri ymiskum londum. Tað forvitnisliga er, at úrslitið í Føroyum er nógv tað besta hjá Mowi yvirhøvur.

Í Føroyum liggur nevniliga nógv meira eftir av hvørjum kilo av laksi enn í øðrum londum, har felagið hevur alivirksemi.

Í uppgerð, sum iLaks vísir til, var samlað EBITA fyri hvørt kilo gjøgnum alla virðisketu felagsins í fyrsta fjórðingsári 2020 hetta:

* Noreg: 12,29 krónur

* Skotland: 4,84 krónur

* Kanada: 6,70 krónur

* Chili: 8,94 krónur

* Írland: (Eingin tøka)

* Føroyar: 20,72 krónur

Mowi hevur skotið út at gjalda vinningsbýti til í øðrum fjórðingsári orsakað av korona-kreppuni, tí stýrið fyri alirisan heldur tað vera týdningarmikið at varðveita eina sterka fíggjarstøðu, nú óvissan við covid-19 er so stór.

- Støðan er avbjóðandi fyri øll, og her er Mowi einki undantak, sigur felagið í fráboðan til keypsskálan, nú úrslitið fyri fyrsta fjórðingsár í ár er kunngjørt.

Mowi upplýsir eisini tølini fyri tøku av laksi í fyrsta fjórðingsári í ár: Noreg (50.500 tons), Skotland (9.000 tons), Kanada (8.000 tons), Chili (14.000 tons) og Føroyar (1500 tons).