Hin 15. juni byrjaði arbeiðið á Sandi at leggja allar kloakkir út á streymasjógv.
Í samband við, at alifelagið Mowi Føroyar skal hava umhvørvisgóðkenning til tøku og slakt av alilaksi, er tað er eitt krav, at eingin kloakk rennur út á Sandsvág.
Tískil hava Sands kommuna og Mowi gjørt avtalu um, at Mowi ger og rindar fyri at leiða kloakkina úr fjøruni og niðan á Nípu.
Tað er Articon sum loysir uppgávuna fyri Mowi, og ætlandi verður arbeiðið liðugt í august í ár. Mowi hevur laks á Sandsvág, sum verður klárur til tøku í heyst.
Í Sands kommunu fegnast tey um hetta samstarv, sum tey siga verður til stórt gagn fyri báðar partar.