Nýggja roykjaríið, sum alirisin Mowi byggir í Fraklandi, verður ikki klárt í byrjanini av 2021 sum ætlað. Nú eru ætlanin, at roykjaríið skal verða klárt í øðrum fjórðingsári næsta ár.
Kritsen-roykjaríið í Bretagne var fyri stóreldri á sumri í 2018, og nú byggir Mowi nýtt roykjarí, sum fer at kosta einar 23 miljónir evrur - ella stívliga 170 miljónir krónur.
Hetta verður eitt roykjarí við allari nútímans útgerð. Fyritøkan, sum byggir fyri Mowi, Sembreizh, sigur á Tvitter, at arbeiðið at endurbyggja roykjaríið gongur sína gongd.
Sambært ætlanini fer roykjaríið at virka umleið 2000 tons av laksi um árið, og ætlanin er, at nøgdin av virkaðum laksi skal koma upp á 3000 tons í 2022.
Men, hvussu hugsar so Mowi sær, at tað verður við royktum laksavørum við atliti til covid-19?
- Okkara strategi er, at Frakland er ikki broytt, og málið er at framleiða bestu laksavørur til franska marknaðin, siga tey, sum umboða Mowi á franska marknaðinum, við iLaks.