Mowbray til Celtic

Gordon Strachan segði eftir farna kappingarár upp hjá Celtic, og nú er líkt til, at nýggjur venjari verður Tony Mowbray, sum hevur havt ábyrgdina av West Bromwich Albion, sum í vár flutti niður úr Premier League. Í West Bromwich vátta tey, at venjari teirri er í samráðingum við Chelsea. – Vit vilja helst ikki lata hann fara, tí hann er partur av langtíðarætlanum okkara, men Tony hevur sagt, at hann er í samráðingum við Celtic, skrivar felagið á heimasíðuni.