Miðlastjórar frøddust í Miðlahúsinum seinasta fríggjadag um, at fólk og miðlar kundu hittast til móttøku. Meðan eg royndi at fáa eyga á ‘fólkið’ í stúvstappaða Miðlahúsinum, kom eg at hugsa um summarferiur í Hattarvík. Har vóru aðrar móttøkur og onnur fólk.
- Posturin kemur, róptu tey í Hattarvík. Og so fór alt, sum gekk á tveimum beinum – og nøkur fýrbeint eisini – oman at taka ímóti.
Millum stórar hundar og slitnar gummiskógvar gingu vit børn og hugdu at, meðan bygdarfólk tóku í móti posti, vørum og avbygdafólki og sendu mjólkaspannir, post og avklimatiserað býarfólk avstað aftur. Hetta vóru móttøkur, sum vildu nakað.
Kvøldið eftir fínu mouttøkuna í Vágsbotnið gekk eg ein túr millum húsini í Kunoy. Skýmligt var at ganga í smáu túnunum, men ljós var í hvørjum hjalli. Ein hjallshurð stóð á gloppi, og á vegginum hekk eitt ótal av veðrahornum.
Hornini bera boð um eitt annað slag av móttøkum, sum verða hildnar í flestu bygdum í Føroyum í hesum døgum. Til hesar móttøkur – sum ikki eita móttøkur, men slakt– hittast fyrrverandi og núverandi bygdafólk til arbeiði, samveru og prát.
Móttøkur – altso tær veruligu mouttøkurnar – eru eitt Havnafenomen. Har hittast almenna fyrisitingin, stórkapitalurin og hámentanin. Og sjálvandi vóru hvørki Hattarvíksfólk ella kunoyingar at hóma, tá sosiala miðlahúsið og fólksliga útvarpsrásin skipaðu fyri móttøku.
Men kanska stóð lurti frá í onkrum køki í Kunoy. So tey kundu fylgja við, hvat ið veruliga hendir í hesum landinum. Á móttøkum í Havn.










