Christian Mouritsen fer nú aftur at royna eydnuna sum yrkisleikari uttanlands. Hann og Pól Jóhannus Justinussen skrivaðu undir við íslendska Val í gjár.
Havnarmaðurin, sum fyrr hevur verið knýttur at ungdómsdeildini hjá Manchester City, hevur framvegis ikki slept dreyminum um at eina yrkisleið sum fótbóltsspælari uttanlands.
Hann vónar, at skiftið til íslendskan fótbólt er eitt stig á leiðini.
- Ætlanin er framvegis at sleppa so langt sum tilber. Eg havi hug at royna okkurt nýtt, og tað er ein avbjóðing at spæla í íslendsku kappingini, sigur Christian Mouritsen og vísir á, at hann kann menna seg nógv kropsliga, tí íslendingar raðfesta tann partin høgt.
Kristján Guðmundsson, sum fyrr í ár var venjari hjá HB, stendur á odda fyri Vali.
- Hann hevur sæð meg spæla í Føroyum, og nú vil hava hann meg við sær til Íslands. Tað er bara positivt, sigur Christian Mouritsen.
Miðvallarin skifti úr HB til B36 í summarsteðginum í 2009, har hann hevur spælt síðan.
Christian Mouritsen skeyt sítt fyrsta landsliðsmál í september, tá Føroyar taptu 1-5 fyri Slovenia á útivøll