Tað var annars tað, sum lá í kortunum, tá B36 skrivaði sáttmála við spælaran fyri einum mánaði síðani. Og Christian Restorff Mouritsen spældi eisini við B36 í tapinum móti NSÍ tann 26. juni, umframt at hann við trimum málum var høvuðsmaðurin í ólavsøkusigrinum móti HB.
Tá komu teir í B36 eisini eftir, at spæliloyvið framvegis ikki varð flutt, og teir royndu alt fyri eitt at fáa hetta í rættlag, hóast freistin í flytingarvindeyganum gekk út tann 27. juli á midnátt.
FSF gav sunnudagin boð um, at teir vildu nýta mánadagin afturat til at viðgera málið, men tá dómurin fall í dag, var hetta uttan náði.
Reglurnar fyri flytingarvindeygað staðfesta greitt, nær hetta er opið, og tí vildi FSF ikki geva undantak.
Eitt undantak varð annars gjørt í fjør, tá Tór-Ingar Akselsen ikki hevði fingið spæliloyvið við á ferðini úr HB til 07 Vestur. Ta ferðina varð 07 Vestur bjargað á málstrikuni, tí teir høvdu ein FSF-skrásettan sáttmála, og semja var um, at vantandi flytingin av spæliloyvinum skuldi verið fangað, tá sáttmálin varð góðkendur.
B36 hevði hinvegin ikki FSF-skrásettan sáttmála við Christian Restorff Mouritsen, og tí kundu teir ikki nýta tann partin av argumentatiónini hjá 07 Vestur, hóast málini vóru rættiliga lík.










