Gullradio: Í sendingin Gullradio á Rás2 í dag vitjaðu brøðurnir, Kristin og Christian Restorff Mouritsen sendingina saman við málverjanum, Teiti Matras Gestssyni.
Lagið var gott á monnum, og stuttligu viðmerkingarnar hingu í luftini. Kristin Restorff Mouritsen fegnaðist um, at hann er vorðin fastur maður, og heldur seg hava prógvað, at hann hevur gjørt mun í ár. Teitur Matras Gestsson kann eisini fegnast um at hava hildið málið reint í nógvum dystum. Christian Restorff Mouritsen staðfesti fyri sítt viðkomandi, at hann hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Kristin, Christian og Teitur søgdu í sendingini Gullradio í dag. Teir ynsktu sær hvør sítt lag, men av givnum orsøkum ber bara til at hoyra eitt stutt brot av løgunum í ljóðbrotinum.