Mourits Mohr kemur heim

Klokkan 17 í dag verður hátíðarhald á bókasavninum á Sandi í samband við, at arvingarnir eftir rithøvundan Mourits Mohr, nevndur Molle, hava gjørt av at lata Sandsbygd alt tilfarið, ið Mourits legði úr hondum.

Mourits Mohr er serliga kendur fyri skemtiligu stuttsøgur sínar um Læars og Anne-Lenu, men eisini fyri sangir og tættir, eitt nú Lítli Snar og Lyktamaðurin.

Á skránni til tiltakið í dag verður felagssangur og upplestur við Lauru Joensen. Eisini fer Ólavur Clementsen at hugleiða um Mourits Mohr og verk hansara.

- Øll eru hjartaliga vælkomin í bókasavnið nú klokkan 17, verður sagt av Sandi.

Myndina av Sands bókasavni eigur sandportal.fo