Mourits Mohr Joensen gevur aftur eitt lag út

Nú mikudagin tann: 16. mars kemur lagið “Titrandi sansir”út, ið er annað lagið av trimum. Fyrra lagið var “Litfagrir fuglar”, ið kom út 12. februar.

 

- Tónleikaútgávan FØLV, eru trý løg, ið eg sjálvur havi skrivað bæði tekst og løg til. “Litfagrir fuglar” – “Titrandi sansir” og “Lívið er handað”, ið kemur út 19. mai, sigur Mourits Mohr Joensen.

 

Upptøkurnar er gjørdar í upptøkuhølinum Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.

 

 

 

“Titrandi sansir”

 

Sangurin “Titrandi sansir”, er tann nýggjasti av hesum trimum, ið eru fara at koma út.

 

Tekstur og lag er frá apríl 2021. Hettar er eitt lætt kærleiksfult popplag.

 

Her er ein leinkja til ”Titrandi sansir” ið kann hoyrast mikudagin 16. mars 2022:  https://bfan.link/titrandi-sansir

 

 

 

Tónleikarar á “Titrandi sansum” eru:

 

Sang: Edith Dahl Jakobsen.

 

Guitarar: Benjamin Petersen

 

Bass: Mikael Blak

 

Dobro: Janus Kampmann

 

Trummur: Per Ingavldur Højgaard Petersen