Mourits Joensen 100 ár

Í dag, týsdagin 14. oktober, fyllir Mourits Joensen í Havn 100 ár

Mourits er ættaður úr Hvalvík. Foreldrini vóru, Katrina, f. Hansen, úr Hvalvík, og Petur Joensen, av Oyri, vanliga nevndur Petur á Oyri.
Mourits hevur verið sjómaður og arbeiðsmaður, hann arbeiddi t.d. hjá norðmonnunum á hvalastøðini við Áir.
Hann giftist við Claru, sum var ættað úr Kvívík, tey fluttu til Havnar at búgva í 50-unum.
Í Havnini arbeiddi hann hjá Petur Michelsen, byggimeistara, á Bacalao og sum lossingarmaður.
Clara og Mourits vóru virkin í Meinigheitshúsinum í Havn, og komu tey har so leingi, tey orkaðu.
Clara doyði í 1998, tá hevði hon búð á Lágargarði í eini tíggju ár. Fyri hálvumtriðja árið síðan flutti Mourits á Lágargarð.
Opið hús verður á Lágargarði í dag frá kl 15-18, har høvi verður at hitta Mourits.