Mourinho vil keypa úr Onglandi

Venjarin hjá Inter, Jose Mourniho, liggur fram við at keypa enska landsliðsspælaran Jermaine Jenas úr Tottenham. Mourinho royndi at keypa Jenas í fjørsummar, men tað eydnaðist ikki, men nú ætlar Mourinho at gera eina roynd afturat. Og eisini Jenas veit um áhugan úr Italia.

- Tú leggur sjálvandi merki til tað, tá eitt felag sum Inter sigur seg verða áhugað, sigur Jenas við News Of The World.