Ensk bløð skriva í dag, at José Mourinho og Inter Milan-stjórin, Massimo Moratti blivu samdir um ein sáttmála ígjár. Men enn er eingin endalig almenn staðfesting komin frá Inter. Eftir tí ensku bløðini hava fingið frænir av, so eru Chelsea-leikarnir Frank Lampard og Didier Drogba ovast á ynskilistanum hjá Mourinho yvir spælararar, sum hann ynskir til komandi hópin hjá Inter Milan. Tó hava Lampard og Drogba einki sagt enn, um teir ynska at fara til Italia at spæla fótbólt.










