Tað er møguliga vantandi Champions League luttøkan hjá Liverpool komandi ár, ið hevur fingið Jose Mourinho at venda eyguni móti enska varaliðskiparinum. Tað er óvist um Liverpool hevur ítróttar og fíggjarligar fortreytir fyri at halda uppá Steven Gerrard, um Liverpool ikki er við í Champions League komandi ár.
Jose Mourinho royndi á summri 2004, sum Chelsea venjari, at keypa Gerrard. Tað eydnaðist ikki, men nú ger hann enn eina roynd. Mourinho, sum í løtuni hevur leikbann í Seria A, hevur sambært italsku fjølmiðlinum annað at hugsa um fyrst. Hann er illa dámdur fyri sín hátt at uppføra seg og fleiri vilja vera við, at hann skaðar meiri enn hann gagnar italskum fótbólti. Tí skulu Inter vera sinnaðir at sleppa sær av við Mourinho í summar, har bæði Manchester City og júst Liverpool eru áhugaði í honum.
Dagligi stjórin í Liverpool, Christian Purslow, hevur fyrr í ár avsannað, at Liverpool fara at selja Fernando Torres ella Gerrard, sjálvt um Liverpool ikki spælur Champions League fótbólt komandi ár. Massimo Moratti, ið eigur Inter Milan, hevur eisini avsannað at Mourinho fer úr felagnum í summar.