Tað er okkurt, ið bendir á, at Manchester United í næstum fer at styrkja seg við fleiri profilum. Í øllum førum, um man skal trúgva tí sum bretskir miðlar skriva. Og merkisvert við øllum nøvnunum, sum í løtuni vera sett í samband við Manchester United er, at talan er um vinstrabeintar profilar.
DailyMirror skrivar í øllum førum, at Manchester United hevur ætlanir um at styrkja seg við fýra vinstrabeintum profilum komandi summar. Leikararnir, ið talan er um, er Gareth Bale úr Real Madrid, Antoine Griezmann úr Atletico Madrid, Mesut Ozil úr Arsenal og Danny Rose úr Tottenham.
Og søgurnar tykjast sannlíkar um fleiri av leikarunum. Danny Rose hevur síðani í summar verið í ósemju við Tottenham, tí at hann ynskir at flyta til felag, har hann kann fáa hægri løn. Og tá Manchester United í løtuni sær út til at mangla ein vinstra bakk, er tað nógv ið bendir á, at tað skiftið fer at henda.
Eisini søgan um Mesut Ozil tykist sannlík. Sáttmálin hjá Mesut Ozil gongur í summar út við Arsenal, og sum skilst vil José Mourinho ógvuliga gjarna knýta týska miðvallaran afturat sínum hópi í Manchester United. José Mourinho hevur áður verið venjari hjá Mesut Ozil í Real Madrid.
Og so eru tað Gareth Bale og Antoine Griezmann. Teir hava báðir ígjøgnum longri tíð verið settir í samband við eitt skifti til Manchester United.
Eydnast tað Manchester United at keypa allar teir fýra vinstra beintu leikararnar, ið teir eru settir í samband við, fer tað at kosta umleið 1,7 milliard krónur fyri enska stórfelagið.