Mourinho vil eisini hava Fabregas

 

Arsenal liðskiparin er ein umbiðin harri. Barcelona, Real Madrid og Chelsea vilja øll hava fatur á stýrimanninum hjá Arsené Wenger. Tað er sjálvdan friður rundan um 23-ára gamla Cesc Fabregas, sum er uppvaksin í Barcelona. Hann skifti til Arsenal í 2003 og hevur síðani útviklað seg til ein av bestu miðvallarinum í heiminum. Barcelona hevur í nøkur ár roynt at yvirtalað Fabregas at koma aftur til Barcelona, men Arsenal hevur sett hart móti hørðum. Í summar royndi Barcelona seg við boðið upp á yvir 300 milliónir, men svarið frá Arsené Wenger var greitt; Nei takk!

 

Nù hava bæði grannarnir úr Chelsea og arvafíggindarnir hjá Barcelona, Real Madrid, bjóðað seg fram í stríðnum um heimsmeistaran. Forsetin í Real Madrid, Jose Angel Sanchez, hevur sambært sponskum keldum verið í samband við umboðsfólk hjá Cesc Fabregas og boðað frá, at teir eru sinnaðir at leggja 440 milliónir á borðið.

 

Akkurát hvar Chelsea passar inn í líkningina er enn óvist, men eigari av Chelsea, Roman Abramovich, er av álvara farin undir at styrkja liðið til framtíðina. Tað prógvaði hann við keypinum av Fernando Torres og David Luiz. Sambært fleiri ítróttarskrivarum og viðmerkjarum, so eru fleiri av Chelsea leikarunum so mikið gamlir, at teir neyvan halda fram leingi afturat á hægsta støðið.