Liverpool vann í gjár 3-1 á Manchester United í árvafíggindauppgerðini í Premier League. Sadio Mané skoraði eitt, meðan innskifti Xherdan Shaqiri skoraði tvey. Jesse Lingard skoraði málið fyri gestirnar úr Manchester.
Ein av mest umstríddu venjarunum í løtuni er José Mourinho. Venjarin hjá Manchester United plagar at verða kringur í orðum, tá hann skal sleppa sær úr eini knípu, tá liðini hjá honum hava tapt. Soleiðis var ikki í gjár. Hann viðurkendi, at Liverpool á degnum var betri, men iðrar seg um málini, ið gjørdu munin.
- Liverpool er eitt betri lið. Vit kunnu ikki samanberast við teir í leikferð og korpsstyrki. Hóast tað, so eru vit við til tað eru 15 minuttir eftir av dystinum, og tá er javnleikur mest sannlíka úrslitið, sigur José Mourinho, sum eisini kærir sína neyð um skaðar.
- Vit hava havt trupulleikar av skaðum í longri tíð. Tá spælarar ikki venja regluliga, so klára teir ikki at standa í móti Liverpool. Teir eru skjótir, sterkir og ágangandi. Livepool spælir við fullari ferð og eg eri enn troyttur av at síggja Robertson renna, sigur José Mourinho um skotska vinstra bakkin, Andrew Robertson.
Venjarin hjá Manchester United segði eisini, at hann enn trýr upp á liðið kann røkka fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League. Har eru tó 11 stig upp til Chelsea, sum í løtuni er á fjórða plássi.
(Livescore.com)
1
17
30
45
2
17
38
44
3
17
15
39
4
17
21
37
5
17
14
34
6
17
0
26
7
17
0
25
8
17
2
24
9
17
0
24
10
17
-2
24
11
17
-3
23
12
17
0
22
13
17
-4
21
14
17
-8
16
15
17
-9
15
16
17
-16
14
17
17
-16
12
18
17
-18
12
19
17
-18
10
20
17
-26
9