Mourinho á veg til Real Madrid

Í øllum førum kemur tað ikki óvart á forsetan í Inter, Massimo Moratti, um Jose Mourinho velur at steðga sum venjari hjá Inter eftir Champions League finaluna.

 

- Tað hevði undrað meg, um hann verður verandi, sigur Moratti sambært týsku tíðindastovuni DPA.

 

Real Madrid hevur í longri tíð spøkt sum møguligt komandi felag hjá karismatiska venjaranum úr Portugal.