Tveir dystir hava verið spældir í ensku Premier League í dag. Og í teimum báðum dystunum, vunnu tvey av oddaliðunum í deildini týðandi dystir. Tottenham vann ein tepran 1-0 sigur á útivølli móti Crystal Palace, og Manchester United vann 2-1 á heimavølli móti Chelsea.
Hjá Tottenham kom sigursmálið ikki fyrrenn heilt móti endanum, tá toppskjúttin, Harry Kane, fekk bóltin í málið, eftir at Christian Eriksen hevði lagt upp.
Meira undirhaldandi var tað á Old Trafford. Tað var fyrst Chelsea, ið kom á odda 1-0, tá Willian skoraði eftir flott skjótálop hjá Chelsea. Lítla løtu seinni eydnaðist tað tó Romelu Lukaku at javna fyri Manchester United, og í seinna hálvleiki skeyt innskifti Jesse Lingard sigursmálið til 2-1 til Manchester United.
Sigrarnir hjá Manchester United og Tottenham í dag gera, at Chelsea fyribils hevur mist sambandið við tey ovastu fýra liðini. Har er Manchester City greitt á odda, meðan Manchester United, Liverpool og Tottenham síðani koma sum ávikavist nummar tvey, trý og fýra.
Crystal Palace – Tottenham 0-1 (0-0)
Manchester United – Chelsea 2-1 (1-1)