Mourinho tapir ONGANTÍÐ á Stamford Bridge

Venjarin hjá Inter Milan segði undan dystinum, at hann ongantíð tapir á Stamford Bridge. Tað gjørdi hann heldur ikki í kvøld. Bæði liðini høvdu møguleikar at skora, áðrenn Samuel Eto?o í 79. minutti avgjørdi dystin. Í einum mótálopi sendi Wesley Sneijder fyrrverandi Barcelona framherjan avstað. Eto?o rann frá verjuni og skoraði trygt. Nakrar fáar minuttir fyri tíð, fekk Didier Drogba reytt kort, fyri at traðka á fótin hjá Thiago Motta.

 

Eftir dystin vóru Chelsea spælararnir í øðini inn á dómaran. Serliga John Terry var lítið fegin. Chelsea spælararnir mettu, at teir áttu tvey brotsspørk, ið teir ikki fingu.

 

Í Sevilla tapti heimaliðið eitt sindur óvanta fyri CSKA Moskova. Fyrri dysturin endaði 1-1, men í kvøld eydnaðist tað russiska liðnum at vinna og sostatt koma víðari. Tomas Necid og Keisuke Honda skoraðu fyri CSKA, meðan Diego Perotti skoraði málið hjá Sevilla. Úrslitið merkir at CSKA Moskova fylgir Inter í fjórðingsfinaluna.

 

Chelsea ? Inter Milan 0-1

0-1 Samuel Eto?o 79.min

Inter vinnur samanlagt 3-1

 

Sevilla ? CSKA Moskova 1-2

1-0 Tomas Necid 38.min

1-1 Diego Perotti 41.min

1-2 Keisuke Honda 55.min

CSKA vinnur samanlagt 2-3