Tað er ikki ofta, at Jose Mourinho ikki vil siga nakað serligt um ein dyst ella eitt avrik, men soleiðis var støðan eftir 3-1 tapi hjá oddaliðnum Inter fyri Atalanta um vikuskiftið. - Í dag skal eg bara tiga. Eg plagi at rósa mótstøðuliðnum, um tey vinna, hóast vit spæla væl. Men í dag var tað okkara egna mistak, at vit taptu, so eg sigi einki, segði Mourinho við Sky Italia.










