Joe Cole var málskjúttin, tá Chelsea í kvøld basti Liverpool í Champions League kappingini.
Málið fall eftir 29 minuttum, og hetta var eisini í tráð við spælbýtið í einum fyrra hálvleiki, har vertirnir vóru teir grammaru.
Eftir steðgin dúvaði Chelsea í størri mun upp á kontra-álop, og tað gav Liverpool høvi at leggja trýst á. Ta einu ferðina mátti Cech eisini stórbjargað skotroynd frá Gerrard, meðan Lampard bæði fyri og eftir steðgin vísti, at Chelsea væl kundi skorað meira, fingu teir møguleikan.
Talan gjørdist tó ikki um fleiri mál, og soleiðis hevur Chelsea betra útgangsstøðið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður á Anfield Road í Liverpool um eina viku.