Finalan í Europa League verður AS Roma og Sevilla. Tað eru vinnarar á báðum síðnum. Venjari hjá AS Roma er José Mourinho, meðan Sevilla hevur vunnið kappingina seks ferðir.
Bayer Leverkusen – AS Roma 0-0 (AS Roma vinnur 1-0 samanlagt)
Tað kom einki mál í seinnu hálvfinaluni millum liðið hjá Xabi Alonso, sum er venjari hjá Bayer Leverkusen og fyrrverandi spælari hjá José Mourinho í tíðini í Real Madrid, og AS Roma.
Sostatt bleiv einsamalla málið í fyrr hálvfinaluni munurin. Xabi Alonso hevur fingið góð skotsmál, síðani hann tók við sum venjari hjá týska felagnum, men hóast 23 skotroyndir í gjár, so var tað ikki nokk til at knekka José Mourinho og AS Roma.
Sevilla – Juventus 2-1 (Sevilla vinnur samanlagt 3-2)
Tað var spenningur til tað seinasta, tá Sevilla enn eina ferð spældi seg víðari til ein Europa League finalu. Tað stóð á jøvnum eftir 90 minuttir og tí varð farið til longdaleiktíð. Her skoraði Erik Lamela málið, sum gjørdi munin.
Sevilla hevur vunnið Europa League heilar seks ferðir. Finalan verður 31. mei á Puskás Aréna í Ungarn.