Tíðindini hava mestsum koyrt síðani á jólum, og nú tykist als eingin ivi at vera. Portugiski stórvenjarin, José Mourinho, verður nýggjur venjari hjá Manchester United í komandi kappingarárið.
Manchester United boðaði í gjárkvøldið frá, at samstarvið við Louis van Gaal varð steðgað, og José Mourinho er stórfavorittur at taka yvir.
Bretskir miðlar siga seg vita, at ítróttarstjórin í Manchester United, Ed Woodward, og umboðsmaðurin hjá José Mourinho, Jorge Mendes, í dag eru møttir í London, har teir fáa tær síðstu detaljurnar av sáttmálanum uppá pláss. Teir siga seg eisini at vita, at José Mourinho í morgin verður kunngjørdur sum nýggjur Manchester United venjari.
Og tá tað verður váttað í morgin, fara leysasøgurnar um nýggjar leikarar til Manchester United beinavegin at byrja. Longu nú vera leikarar sum Zlatan Ibrahimovic, John Stones og Raphael Varane settir í samband við eitt skifti til Manchester United, meðan ein leikari sum Juan Mata, sum annars er høgt í metum í Manchester United, helst skiftir úr felagnum í summar. Hetta kemst av, at José Mourinho í sínari tíð seldi Juan Mata tá hann spældi við Chelsea.
Dentur skal tó leggjast á, at alt er talan um leysasøgur um leikaraskiftini.










