Mourinho skift Evu út

Læknin, Eva Carneiro, verður ikki á bonkinum, tá Chelsea spælir móti Manchester City í morgin

Tað hevur fingið nógva umrøðu, at José Mourinho, venjari hjá Chelsea, gjørdist í øðini tá Eva Carneiro og Jon Fearn fóru á vøllin at hjálpa Eden Hazard móti endanum av 2-2 javnleikinum móti Swansea.

 

Venjarin hjá Chelsea gjørdist í øðini, tí í somu løtu hjálparfólkini hjá Chelsea fóru á vøllin, so skal Eden Hazard av vøllinum, áðrenn hann sleppur á vøllin aftur. Chelsea vóru frammanundan ein spælari í undirtal.

 

Í vikuni hevur serliga kvinniligi læknin í felagnum, Eva Carneiro, verið nógv umrødd í bretsku fjølmiðlunum, eftir at tað kom fram, at Josá Mourinho ætlaði at skifta kvinniliga læknan úr Gibraltar út.

 

Á tíðindafundi í dag váttaði José Mourinho, at Eva Carneiro og Jon Fearn eru fyribils ikki við til dystir, tó at tey røkja sínar uppgávur á venjingarstøðini. Venjarin segði eisini, at hetta er støðan fyribils, men at tað kann broytast aftur í framtíðini.

 

Chelsea spælir sunnudagin móti Manchester City á Etihad leikvøllinum í Manchester. So er spurningurin um hendan útskifting fær nakra ávirkan á dystin.